Tænastur

Frá Safari

Flogfrakt

Safari flytur flogfrakt alt samdøgrið millum øll heimsins lond. Vit hava drúgvar royndir við flogfrakt og tryggja tær, at tíni ting koma ómaksleyst, trygt og skjótt fram til rætta stað. Ynskir tú eina prísmeting fyri flogfrakt, setir tú teg í samband við Safari.

SJÓFRAKT

Til størri flutning er oftast skjótari og bíligari at flyta við sjófrakt. Safari flytur bingjur og plattar millum øll heimsins lond á bíligasta og skjótasta hátt. Ynskir tú eina prísmeting fyri sjófrakt, setir tú teg í samband við Safari.

SKUNDFRAKT

Vit tosa um tímar og ikki dagar, tá tú bíleggur skundfrakt við Safari. Skundfrakt er nevniliga okkara vørumerki. Vit svara á vakttelefonini alt samdøgrið og fylgja tínum pakka allan vegin fram til rætta stað til kappingarførar prísir. Skalt tú flyta eitthvørt í skundi, set teg so í samband við okkum á tlf: +298 222222.

FLYTIGÓÐS

Tá tú flytur heim, hjálpa vit tær at fáa flytigóðsið trygt og ómaksleyst til tín nýggja bústað. Tá góðsið er pakkað, heinta vit tað við hurðina og flyta tað á tína nýggju adressu. Vit flyta flytigóðs um allan heimin. Prísmeting fæst við at venda tær til Safari.

VANDAMIKIL EVNI

Vit taka okkum eisini av flutninginum av vandamiklum evnum. Vinarliga viðmerk í bókingini, um flutningurin inniheldur vandamikil evni. Hevur tú eitthvørt ivamál um flutning av vandamiklum evnum, vegleiða vit tær fegin.

LÍK

Skuldi tað óhugsandi hent, og tær tørvar at flyta lík úr einum landi til eitt annað, hava vit røttu útgerðina og stilla okkum fegin til taks at hjálpa tær í sváru støðuni. Vit taka okkum av flutningi av líkum til og úr Føroyum. Vit svara alt samdøgrið og veita tær persónliga tænastu á vakttelefonini +298 222222.

DJÓR

Vit flyta øll livandi djór til og úr Føroyum. Set teg í samband við Safari fyri at fáa vegleiðing og prísmeting.

LAGURHOTELL

Trýtur plássið, hava vit sum nakað nýtt møguleika at hava tíni ting í varðveitslu í hølum okkara í Hoyvík. Set teg í samband við eitt starvsfólk hjá Safari fyri at fáa prísmeting.

AVTALUFRAKT

Um tit ynskja eina fasta avtalu um flutning av einhvørjum, ber eisini til at gera ein sáttmála við Safari. Set teg í samband við okkum fyri at fáa eitt tilboð um avtalufrakt.

TOLLAVGREIÐSLA

Safari hevur dugnalig fólk, ið kunnu svara einhvørjum spurningi um tolling. Okkara drúgvu royndir á økinum tryggja tær røttu vegleiðingina. Set teg í samband við okkum, um tú hevur spurningar um tollavgreiðslu.

Innlatingarstaður

+45 46984699

Tú kanst seta okkara agent í Danmark sum móttakara til vørur frá t.d. IKEA. Skriva adressuna soleiðis:

Títt Navn

co/Safari Transport

Containervej 5A, Pakhus 404A

DK-8000 Århus

Danmark

Send okkum ordraváttanina ella rokningina frá t.d. IKEA á safari@safari.fo. Síðani kunnu vit avgreiða rest; bæði frakt, tollavgreiðslu og levering. Vinarliga set teg í samband við okkum fyri at fáa tilboð.